Upp- og afturlatingartíðir

Stovnurin hevur opið mánadag til fríggjadag og letur upp hvønn morgun kl. 07.30 og letur aftur kl. 17.00

Virksemið, bæði tað ætlaða og tað ”spontana”, byrjar kl. 9.30. Tað hevur tí stóran týdning, at barnið er komið í seinasta lagi kl. 9.30, um ikki onnur avtalað er gjørd.

Um barnið er sjúkt, hevur frí ella kemur seinri enn kl. 9.30, skulu starvsfólkini á stovuni hava boð um hetta áðrenn kl. 9.30. 

Um onkur annar enn foreldrini koma eftir barninum, skulu starvsfólkini á stovuni fáa greið boð um hetta.

Ársyvirlit 2017

 

   27. februar          Føstulávintshald           

    24. mars         Ráðleggingardagur

      24. mai             Garðdagur                   

              Vika 25            Útferð við børnunum          

             4. september          Øksnagerði 16 ár                    

22. september        Ráðleggingardagur

Oktober              Foreldrafundur      

                5. desember            Jólaveitsla                                 

                                    Desember             Jóladøgurði og jólaguðstænasta                 

Matur

Barnið skal hvønn dag hava góðan og sunnan matpakka við, uttan so at onnur boð eru givin. Stovnurin bjóðar mjólk og heilsugóðan millummála.

Um barn tykkara er ovurviðkvæmt fyri onkrum í mati ella mjólk, og ein læknaváttan fyriliggur, kann barnið fáa serkost. Tosið um hetta við starvsfólkini á stovuni  har barnið gongur.

Klæðir

Vit leggja dent á at vera nógv úti, og tí er umráðandi, at børnini hava klæðir við, ið hóska til umstøðurnar og árstíðirnar. T.v.s, at barnið altíð skal hava regnklæðir, kavadrakt, gummistivlar, ullintar hosur, ullinta troyggju, húgvu, vøttir og skiftiklæðir.

Tað er umráðandi, at klæðir og stivlar eru væl merkt við navni, og foreldrini hava ábyrgd at rudda og halda skil á klæðum/klædnarúminum hjá barninum.

Føðingardagar

Tað er ymiskt á stovunum, hvussu ein føðingardagur verður hildin. Tá barnið hevur føðingardag, eru tit vælkomin at hava okkurt til matna við til tey á stovuni ella bjóða heim í føðingardag - tosið við starvsfólkini á tykkara stovu um hetta. Stovnurin bjóðar drekkivøru.

Sjúka

Tá eitt barn er sjúkt, hevur fepur ella er illa fyri, kann tað ikki koma á stovn. Barnið skal kunna taka lut í vanliga gerandisdegnum á stovuni, eitt nú kunna fara út.

Vinaliga sigið frá, um barnið er heima vegna sjúku.

Um vit meta, at eitt barn er illa fyri, ringja vit eftir tykkum.

Søvnur/hvild

Okkara vitan og royndir siga okkum, at tað er av avgerandi týdningi, fyri barnsins sálarligu og kropsligu menning, at tørvurin á hvílu ella svøvni, verður nøktaður.

Børn, ið eru úthvíld, gera betri framstig, eru kropsliga sunnari, meira ansin og betri til at loysa ósemjur.

Okkara grundstøða er tí, at smá børn undir 3 ár hava tørv at sova úti, og sum útgangstøði vekja vit ikki børnini.

Frídagar

Stovnurin hevur árliga stongt hesar dagar:

- Páskafrí: Skírisdagur - 2. páskadag
- Dýrabiðidag: Stongt
- Flaggdagur: Stongt
- Kristi himmalsferðardag: Stongt
- Grundlógardagin: Opið til kl. 11:45
- Jólafrí: Jólaaftan - Nýggjársdag
- 2 ráðleggingardagar um árið: Stongt

Umframt hesar dagar hava vit stongt 3 vikur um summarið, í ár í viku 29, 30 og 31.

 

Føstulávint

Á føstulávint eru børn og starvsfólk vælkomin at vera grýluklødd. Vit sláa tunnu og stovnurin bjóðar døgurða, so tað er ikki neyðugt at hava matpakka við hendan dagin.

Jólaveitsla

Jólaveitslu hava vit ein vikudag fyrst í desember mánaði kl. 15.00-17.00.

Í 2017 verður jólaveitslan 5. desember.

Vit byrja í Rættini har barnagarðsbørnini og tey eldru vøggustovubørnini ganga Lucia og síðani syngur jóla kórið nakrar sangir. Vit dansa eisini um jólatræðið, sum børnini hava pynta so vakurt, og jólamenn koma á vitjan við pakkum til børnini. Síðani verður farið inn á stovurnar til ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið.

Garðdagur

Annað hvørt ár hevur stovnurin felags arbeiðs-/hugnadag, har foreldur og børn luttaka við at fríðka og hampa um garðin. Garðdagur er í ólíka árum.

Tað eru foreldrini, sum eru á stovninum, ið hava ábyrgdina av sínum egna barni. Vanliga hava starvsfólkini ymiskar praktiskar uppgávur, tá tað er garðdagur.

 

Summar veitsluna

Annað hvørt ár hevur stovnurin felags hugnadag saman við børnum og foreldrum. Ymisk spøl, tiltøk og sangur er á skránni. Summarveitsla er í líka árum.

Tað eru foreldrini, sum eru á stovninum, ið hava ábyrgdina av sínum egna barni. Vanliga hava starvsfólkini ymiskar praktiskar uppgávur, tá tað er summarveitsla.

Foreldrafundur

Um heystið hava vit foreldrafund fyri øll foreldur. Fyrst ein felagsfund í Rættini og síðani verður farin inn á stovurnar til ein kaffimunn og prát. Starvsfólkini hava ymiska kunning um stovuna og hvat tey leggja dent á.

 

Foreldra umboðini verða vald á foreldrafundinum.

Foreldrakaffi

Stovurnar bjóða foreldrum til foreldrakaffi, har høvið er fáa eitt gott prát við starvsfólkini og hini foreldrini á stovuni, og eisini at vera saman við sínum barni og geva sær góðar stundir til at koma við ella eftir barninum. Tað kann vera um morgunin til morgunmat ella seinrapartin til ein te/kaffimunn við onkrum góðum afturvið.

Foreldraráðið

Tippið:
Sissal Erenbjerg (Brynja) 774739
Johild Hansen (Lea) 256333

Fjósið:
Malan Ludvig, skrivari (Mattias) 251008
Ingibjørg O. Petersen (Sigrun Sofía) 267578

 Lonin:
                                                         Jona Lamain, næst forkvinna(Marjun Fríða/Katrin) 266762
                                                         Charles J. Olsen (Elian) 215000

                                                          Bólið:
                                                          Jóan Pauli, formaður (Jónatan) 212857
                                                          Sjúrður Vatnsdal (Regin) 604468

 

Námsfrøðislesandi

Av og á hava vit námsfrøðislesandi í starvsvenjing á stovninum.

Hesi koma inn á eina stovu afturat teimum føstu starvsfólkunum, har tey skulu læra, hvussu vit gera tað fakliga arbeiðið á stovninum.

Ovurviðkvæmi og heilivágur

Um barn hevur ovurviðkvæmi, er tað av stórum týdningi, at starvsfólkini á stovuni verða kunnaði.

Vit geva bert heilivág, ið er lívsneyðugur. Tað er til dømis: astma heilivág, insulin, carnitine, fyri feburkrampa. Tó skulu starvsfólk fáa vegleiðing frá fakfólki um, hvussu vit geva heilivágin til barnið.

Vit geva ikki pínustillandi, dropar fyri eygnabruna ella antibiotika.

Óhapp

Kemur eitt barn út fyri óhappi á stovninum, og vit meta, at ráðiligt er at fara á skaðastovuna, ringja vit eftir tykkum, so tit sjálvi kunnu vera um barnið í eini tílíkari støðu.

Tískil er tað av stórum týdningi, at foreldur geva starvsfólkunum boð, tá tey fáa nýtt telefon nummar, soleiði at telefonlistin altíð er dagførdur.

Frípláss

Á Snarskivuni og á www.torshavn.fo fæst kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar. Har eru allir viðkomandi upplýsingar um, nær ein kann søkja um fult ella lutvíst frípláss. Umsókn um frípláss skal latast inn áðrenn 1. juli á hvørjum ári.