Stovnurin

Dagstovnurin í Øksnagerði er ein stovnur undir Tórshavnar kommunu.

Stovnurin lat upp 3. september 2001.

Bólið, sum er serstova, lat upp í februar 2002.

Á stovninum eru fýra stovur. Tippið og Fjósið eru vøggustovur, Lonin er ein stór barnagarðsstova og Bólið er ein serstova fyri børn í barnagarðsaldri við kontakt og samskiftis trupulleikum.

Okkara karmar

Vit bjóða góðar karmar við útbúðnum námsfrøðingum, dugnaligum hjálparfólkum og køkskonu, ið ger okkum heilsugóðan millummála.

Innandura hava vit ein rúmligan stovn, har børnini hava góðan møguleika til útfolda seg bæði rørsluliga og kreativt. Eisini ber til at finna sær eitt stilt og róligt stað, tá tørvur er á tí.

Uttandura hava vit ein stóran garð, har lendi er bæði slætt og bratt. Her eru rørsluligar avbjóðingar til børn í øllum aldri.

Vit leggja dent á útilív, rørslur og kreativitet. Vit raðfesta útilív høgt, bæði inni í garðinum og stuttri og longri túrar, alt eftir aldri og førimuni.

Vit hava ein innandura verkstað, har børnini kunnu finna og menna síni kreativu evnir. Eitt starvsfólk er knýtt at verkstaðnum burturav.

Okkara kostpolitikkur

At hava ein kostpolitikk á stovninum ger okkum tilvitaði um, at børnini fáa ein heilsugóðan kost, bæði í matpakkanum og eisini til millummála.

Góður kostur ger barnið vælupplagt og gevir tí góða orku til at spæla og mennast.

Vit leggja dent á góðan borðsið, soleiðis at vit fáa eina góða og hugnaliga løtu saman við nærveru og práti. Og børnini rudda upp eftir sær, tá tey eru liðug at eta.

Matpakki og millummáli:

Matpakkan hava foreldrini ábyrgdina av og ynskiligt er, at hann inniheldur heilsugóðan mat, og vit frámæla søtmeti. Barnið kann eisini hava døgurðarestir við, men vit hita ikki matin upp.

Afturvið matpakkanum fær barnið mjólk ella vatn.

Restin av matpakkanum fer aftur í mateskjuna, so foreldrini síggja, hvat barnið hevur etið.

Stovnurin bjóðar heilsugóðan millummála, sum køkskonan ger til børnini.

Føðingardagar:

Í samband við føðingardagar er barnið vælkomið at bjóða børnunum á teirra stovu okkurt til matna ella bjóða heim í føðingardag. Tosið við starvsfólkini á stovuni um hetta. Stovnurin bjóðar drekkivøru, tá føðingardagar eru.

Serkostur:

Um barn tykkara hevur ovurviðkvæmi, kann barnið fáa serkost, um ein læknaváttan fyriliggur.

Okkara sjúkrapolitikkur

Sum meginregla kann eitt barn, sum er sjúkt, ikki koma á stovn. Eitt nú kann eitt barn ikki koma á stovn, um tað hevur febur, ella um heilsustøðan hjá barninum ikki er góð. Barnið skal kunna vera virkið og kunna vera við í tí virksemi, sum er á stovninum, uttan at tað krevur serlig atlit. Um barnið hevur eina smittuberandi sjúku, kann barnið ikki koma á stovn aftur fyrr enn tað ikki smittar meira.

Ein feburfríður dagur heima eftir sjúku ger barnið meira mótstøðuført yvir fyri smittandi sjúkum, og vandin fyri møguligum eftirsjúkum hjá barninum minkar.

At geva heilivág á stovninum skulu vit avmarka mest møguligt. Tey námsfrøðiligu starvsfólkini eru ikki útbúgvin at taka sær av og viðgera sjúk børn – av hesi orsøk skulu starvsfólk ikki geva einum barni heilivág, um talan er um viðger av styttri bráðfeingis sjúku.

Heilivágur kann tó gevast einum barni, sum hevur eina longri áhaldandi ella varandi sjúku.