
Námsætlan
(Arbeitt verður við nýggjari námsætlan)
MENNINGARÆTLAN FYRI DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI 2010
Innleiðing
Børn hava altíð lært og menniskju halda áfram at læra alt lívið. Tað er við hesum
í huga, at rammurnar fyri námsætlanina eru gjørdar.
At seta sær mál hevur alstóran týdning í nútíðarsamfelagnum; uttan mál er kósin
og harvið úrslitið tilvildarligt.
Námsætlanin skal vera ein hjálp til at skipa og tryggja, at børn verða stimbrað á
bestan hátt soleiðis, at tey kunnu gerast gagnligur partur av samfelagnum og
vera við til at menna okkara fólkaræðisliga samfelag, bæði nú og í framtíðini.
Starvsfólk standa í dag í eini tvístøðu. Vit vaksnu uppala og útbúgva børnini í
nútíðini, men gera hetta við støði í okkara egnu fortíð, við tí endamáli at fyrireika
børnini uppá framtíðina, ið vit ikki kenna.
Tí er henda námsætlanin eitt arbeiðsamboð, ið javnan skal endurskoðast og
eftirmetast.
Á Dagstovninum í Øksnagerði hava vit í nøkur ár havt tríggjar málsetningar, ið vit
miðvíst og áhaldandi hava arbeitt við, sum ein part av tí dagliga arbeiðnum, og
sum ein part av samstarvinum innanhýsis í starvsfólkabólkinum. Hesir tríggir
málsetningar eru:
• At varðveita og menna samstarvið á stovninum. Hetta inniber millum
annað, felags virksemi millum starvsfólk, foreldur og børn.
• At varðveita og styrkja sjálvsvirðingina hjá tí einstaka barninum. Hetta
inniber millum annað, at vit viðurkenna barnið og síggja styrkir, framum
veikleikar.
• At varðveita og styrkja tann sosiala førleikan hjá børnunum. Hetta
inniber millum annað, at vit stuðla børnunum í at hjálpa hvørjum øðrum,
at vit skapa eitt jaligt umhvørvi, har barnið kennir seg at hoyra til
bólkin/stovuna/stovnin, at vit geva rúm fyri ymiskleika, og at vit stuðla
børnunum í at knýta vinarbond.
Í samband við kunngerð frá 4. mai 2006 um virksemi o.a. á dagstovnum og
dagrøktum, valdu vit at víðka málsetningarnar til hesa námsætlan.
Frágreiðing um námsætlan
Barnið er ein heild, og hesum taka vit hædd fyri í okkara námsætlan. Innan
dagstovnaøkið, meina vit ikki at til ber, at leggja dent á at menna førleikar eftir
ávísari skipan, ella tímatalvu, tí teir ymisku førleikarnir eru tengdir at hvørjum
øðrum, og arbeiðast skal við at styrkja barnsins førleikar í eini heild.
Námsfrøðiliga arbeiðið byggir í stóran mun á, at vit skulu skapa karmar, har ið
barnið fær høvi til at mennast á øllum økjum við teimum fortreytum og førleikum,
ið barnið hevur.
Okkara námsætlan byggir á 7 øki. Fyri lættliga at skapa yvirblikk, hava vit gjørt
eitt yvirlit á talvuna niðanfyri.
Yvirlit
Hvørt øki í yvirlitinum er partur av eini størri heild. Pílarnir ganga báðar vegir, og
til øll økini fyri at vísa samanhang, hóast tey á pappírinum eru uppbýtt.
Teir persónligu og sosialu førleikarnir hava fingið serligt rúm, av teirri orsøk, at
hesir førleikar eru grundarsteinarnir undir menningini hjá hvørjum einstakum
barni.
Námsætlanin er eitt námsfrøðiligt amboð, ið hjálpir við at gera eitt meira
málrættað arbeiði, ið aftur skal tryggja barninum eitt skilagott menningar tilboð.
Ætlanin eigur at taka hædd fyri, hvørjum menningarstøði einstaka barnið er á.
Persónligir førleikar
Sjálvsvirði
Sjálvhjálpni
Felagsskapskensla
Samleiki
Sjálvsfatan
Sjálvsálit
Hugflog
Kenslur
Sosialir førleikar
Samskifti
Innlivingarevni (empati)
Samkensla
Samstarv
Vinarløg
Spæl
Reglur
Loysa tvístøður
Fólkaræði
Evni at lurta
Málsligt
Talumál
Kropsmál
Málfatan
Mimikkur
Myndamál
Skriftmál
Symbol
Náttura
Djór
Plantur
Umhvørvi
Árstíðir
Veður
Teknikkur
KT
Vøkstur
Formar
Rúmd
Skapanarevni
Barnsins tiltak
Hugflog
Tónleikur
Sangur
Sjónleikur
Tekning
Máling
List
Mentan
Sangur
Sjónleikur
Bókmentir
Filmur
List
Dansur
Átrúnaður
Onnur
Mentan
Kroppur
Sansir
Motorikkur
Kenna
kroppin
Kostur
Heilsa
1) Persónlig menning
Endamál:
Vit seta sum mál, at vit vilja styrkja/varðveita barnsins sjálvsvirði, sjálvsálit og
sjálvhjálpni, fyri at barnið kann menna eina jaliga sjálvsfatan.
Tað er týdningarmikið, at samskiftið við børn á stovninum fer fram við
virðing. Neyðugt er at viðurkenna barnið, við t.d. at geva sær tíð til at
lurta, hava eygnasamband og klára at rúma kenslunum, og seta orð á tær.
Vit vaksnu mugu vera týðilig, og vísa hvat vit ynskja, og hvar okkara mørk
eru.
Vit tosa vinarliga við barnið, og kunnu saman við barninum, finna hóskandi
losnir, bæði í tvístøðum ella ivamálum.
Umráðandi er, at starvsfólkið setir hóskandi krøv og avbjóðingar til tað
einstaka barnið, so tað fær uppliving av at eydnast, hóast tey hava kýtt seg
til úrslitið.
• Fyri børn í aldrinum 1-2 ár:
Tá barnið byrjar í vøggustovu, er tað fyrsta vit gera, at skapa eitt tilknýti til
barnið. Hetta tilknýtið hevur stóran týdning, fyri trivnaðin hjá barninum á
stovninum.
Vit viðurkenna barnið, við at rúma ymisku kenslunum tað hevur, vera nærverandi
og fylgja barnsins initiativi. Vit lurta og seta orð á, so barnið kennir á sær, at tað
er týdningarmikið.
Í vøggustovuni arbeiða vit serliga eftir einum leisti, ið vit kalla: sjálvbjargin børn.
Hetta er ein arbeiðsháttur, har vit lata børnini gera alt tað, tey duga sjálvi. Vit
eggja teimum til at gera meira, og hjálpa, tá tey ikki klára meira. T.d. kann eitt
barn fáa beinini inn í brøkurnar, men tað er ringt at fáa buksurnar upp um
blæurumpuna, ella tað kann vera ringt at fáa inniskógvarnar av hælinum, men
lætt at hála av fótinum.
• Fyri børn í aldrinum 3-4 ár:
Vit síggja og hoyra barnið, og viðurkenna barnið, sum tað er. Vit hjálpa børnunum,
at seta orð á seg sjálvi, og har gjøgnum læra vit tey, at viðurkenna seg sjálvan
sum tey eru. Fyri at styrkja sjálvsálitið hjá barninum, kunnu vit eggja tí at taka
ímóti avbjóðingum, og rósa hesum royndum og úrslitum.
Framvegis arbeiða vit við at gera børnini sjálvbjargin í dagligum høpi, t.d. við
klæðum, matpakka, rudding og tvístøðum.
Børnini eru nú betri fyri málsliga, vit eggja teimum til at samskifta við hvønn
annan, bæði í smáum og størri bólkum, so tey venja seg við at hava orðið.
Børn í hesum aldrinum, eru nú byrjað at spæla saman. Eisini eru tey før fyri at
brúka hugflogið í spælinum. Tíð og umstøður til spæl og fordjúpilsi, er við til at
menna hetta.
• Fyri børn í aldrinum 5-7 ár:
Vit seta orð á umhvørvið, gerðir, kenslur og ætlanir. Geva okkum tíð, til at lurta
eftir barninum. Vit viðurkenna børnini, og fylgja teimum í tí, sum tey taka sær til.
Vit seta krøv, ið svara til barnsins menningarstig. Hetta gera vit í ymiskum høpi
og virksemi. Av hesum fær barnið kenslu av at eydnast, at duga og tess vegna
eina jaliga sjálvsfatan. Vit geva børnunum tíð, til m. a. at lata seg í o. a., fyri at
økja um teirra sjálvbjargniVit skapa støður, har barnið fær kenslu av at hoyra
til, og av at vera ein partur av felagsskapinum. Hetta gera vit, m.a. við at taka
væl ímóti um morgunin, og hava samling, har øll verða nevnd og løgd til merkis.
2) Sosialir førleikar
Endamál:
Vit vilja geva børnunum møguleika, fyri at uppliva gleði og menning, í samspæli við
vaksin og børn á stovninum.
Tey vaksnu eru fyrimyndir hjá børnum. Tey læra og mennast, av tí umhvørvi
tey eru í. Vit kunnu ávirka børnini, gjøgnum egnan atburð og samskiftishátt.
Við at seta orð á, hava eygnasamband og vera nærverandi í samskiftinum við
børnini, fáa tey samskiftisamboð, ið tey sjálvi kunnu nýta í dagligdegnum.
• Fyri børn í aldrinum 1-2 ár:
Í hesum aldri spæla børn mest einsamøll, ella við síðuna av hvørjum øðrum. Vit
stuðla hesum og eru klár at seta orð á tað, sum barnið ger og vil. Hetta er serliga
umráðandi í hesum aldri, tí at børnini eru ikki málsliga klár til sjálvi, at seta orð á
sínar ætlanir og tankar.
Soleiðis kunnu vit gjøgnum spæl og samveru, menna barnsins samskiftisførleikar,
á ein virðiligan hátt.
Fyri børn í hesum aldrinum, hevur relatiónin til vaksin størri týdning enn
relatiónin til onnur børn, og tí hevur tað alstóran týdning, at tey vaksnu eru
nærverandi.
• Fyri børn í aldrinum 3-4 ár:
Vit skapa umstøður, har børnini kunnu spæla saman bæði úti og inni. Her verður
m.a. hugsað um viðkomandi/mennandi leikur, og eitt ávíst rásarúm at spæla í. Tað
gevur teimum møgulleika at knýta vinarbond, og royna seg í at loysa tvístøður,
forhandla, og fordjúpa seg.
Tað fría spælið er virðismikið í sær sjálvum, og er neyðugt fyri barnið. Spælið er
m.a. ein neyðug fyrireiking til vaksna lívið, og kann eisini hava terapeutiska
ávirkan.
Tey vaksnu kunnu hjálpa børnunum at samskifta, tá teimum væntar orð, so tey
málsliga vera før fyri at loysa tvístøður og ivamál.
Aldurssvarandi regluspøl eru m.a. við til at menna børnini, í at útseta egin
áhugamál eina løtu og fylgja spælireglum.
• Fyri børn í aldrinum 5-7 ár:
Vinarløg hava størri og størri týdning, so hvørt sum børnini eldast. Tí er
umráðandi, at vit taka hædd fyri hesum, tá vit leggja dagarnar til rættis.
Neyðugt er t.d., at umhugsa samanseting av børnum, tá vit býta okkum upp í
bólkar.
Vit hava aldurssvarandi spøl og leikur, so børnini kunnu spæla saman á ymiskan
hátt.
Hóast vit, partar av degnum, hava skipað virksemi, verður spælið virðismett og
raðfest hjá okkum. Tað er gjøgnum spælið, at børnini fáa venjing í nógvum
sosialum førleikum. Tey forhandla, argumentera, hjálpa hvørjum øðrum og
samstarva. Tey verða tilvitað um kenslur hjá sær sjálvum og øðrum. Tey vaksnu
skulu loyva børnunum, at gera sínar royndir, men vera klár at hjálpa, tá tørvur er
á tí.
Tann vaksni kann t.d. finna hóskandi loysnir saman við børnunum, og stuðla
teimum í at fáa egin sjónarmið fram, og at lurta eftir hvørjum øðrum.
Vit eggja børnunum til at seta orð á sínar kenslur, so at tey verða meira tilvitað
um kenslulívið hjá sær sjálvum og øðrum.
Umframt hetta, nýta vit ”Stig fyri stig”, ið er eitt námsfrøðiligt amboð, til at
menna sosialar førleikar.
3) Málsligt
Endamál:
Vit vilja stimbra málið hjá børnunum, so at tey mennast, til bæði at skilja og at
úttrykkja seg málsliga.
Alla tíðina arbeiða vit fram ímóti, at barnið dugir at nýta og skilja málið,
bæði tað talaða málið og kropsmálið.
Vit tosa nógv saman, og geva børnunum tíð til at greiða frá. Starvsfólkini
eru týðilig í gestus og mimikki, og vit hjálpa børnunum at seta orð á.
Vit lesa og siga frá søgum, syngja og ríma.
Um tørvur er á tí, kunnu børn fáa hjálp frá talupedagogi.
• Fyri børn í aldrinum 1-2 ár:
Vit seta orð á alt. Siga hvat vit gera og ætla at gera, endurtaka rætt tað sum
barnið sigur, lesa kropsmálið hjá børnunum, og siga tað hart fyri at vita, um vit
hava skilt barnið rætt. Starvsfólkini eru týðilig í kropsmáli og andlitsmimikki. Vit
syngja, ríma, nana/syngja skjaldur og lesa søgur.
• Fyri børn í aldrinum 3-4 ár:
Vit hjálpa børnunum at seta orð á. Vit hava samling har vit syngja, siga frá
søgum, ríma, siga ramsur og børnini sleppa sjálvi at siga frá ymiskum.
Vit geva okkum tíð til at lurta eftir barninum, og práta um upplivingar og annað, ið
er áhugavert.
• Fyri børn í aldrinum 5-7 ár:
Vit hava samling nærum hvønn dag. Har kunnu vit tosa um evni vit arbeiða við. Vit
syngja, kvøða, hoyra søgur og annað.
Vit eggja børnunum at reflektera, og seta orð á tað sum er farið fram.
Á stovuni hava vit tøl, bókstavir og orð sjónlig, við t.d at hava tað á vegginum.
Hetta kann fremja lesihug og førleika hjá børnunum.
Hvørt barn hevur eina mappu við forskúlauppgávum, ið eisini stuðla ta málsligu
menningina. Umframt hetta nýta vit høvi, at tosa við børnini um upplivingar og
tað, ið tey eru upptikin av.
4) Kroppur og rørsla
Endamál:
Vit vilja stuðla upp undir, at børnini verða tilvitað um og fáa kunnleika til kroppin
og gleði at brúka hann. Vit vilja eisini gera børnini tilvitað um matin vit eta, og um
reinføri.
Vit stuðla børnunum í teirra rørsluligu menning og leggja lunnar undir gleðina
við at brúka kroppin, og vit royna at geva børnunum áræði til at orka, tíma
og vilja røra seg og brúka sín kropp. Hetta gera vit við fyrst og fremst at
nýta teir møguleikar sum stovnurin hevur, bæði inni og úti.
Á spæliplássinum eru m.a. reiggjur, dandur, skreiðibreyt, brekkur, trappur
klatristativ, fótbóltsvøllur, sandkassar/sandleikur, træverkstaður, mánabilar
og súkklur til ymsar aldursbólkar. Børnini hava altíð atgongd til vatn, sand og
mold.
Inni hava vit m.a. trampolin, heingikoyggju, madrassur, stórar terapibóltar,
tunnel og møguleika fyri at røra seg til tónleik.
Ì rættini verða borð og stólar eisini nýtt til at spæla/ byggja banar við.
Fyri at børnini gerast tilvitað um reinføri, verða tey m.a. mint á at vaska
sær um hendurnar, áðrenn vit eta og aftaná vesivitjan.
• Fyri børn í aldrinum 1-2 ár:
Børn í hesum aldri eru serliga upptikin av sansastimbrandi og rørsluligum
virksemi, og eru upptikin av at røra og smakka uppá ymiskt, klatra o.a.
Vøggustovubørnini eru ofta úti. Her brúka tey bæði tann partin, ið er serliga
innrættaður til tey, men tey nýta eisini restina av garðinum, tá tey hava tørv á
størri avbjóðingum. Umframt at nýta møguleikarnar uttandura og í
felagsrúminum, er vøggustovan serliga innrættað til smábørn. Her hava vit m.a.
kúlubað, púturúm, spegl í barnahædd og pláss til spæl á gólvinum. Vit geva
børnunum møguleikan, at gera so nógv sum tey megna og hjálpa, tá tey ikki duga
(ella røkka) sjálvi.
Børnini vaska hendur, áðrenn vit eta og fáa turkað hendur og munn aftaná tey
hava etið.
• Fyri børn í aldrinum 3-4 ár:
Vit stimbra bæði grovmotorikkinum og fínmotorikkinum hjá børnunum. Hetta
gera vit við at fara túrar, gera fimleik, og dansa til rútmur. Eisini lata vit børnini
fáa møguleika til at klippa, perla, tekna, byggja lego o.s.fr.
Vit geva teimum tíð, so tey sjálvi kunnu lata seg í og úr.
Vit brúka møguleikarnar, ið stovnurin hevur at bjóða, bæði úti og inni.
• Fyri børn í aldrinum 5-7 ár:
Børnini eru nú eldri, krevja meira pláss og avbjóðingar. Umframt túrar í
nærumhvørvinum, gera vit longri túrar, serliga í haganum, har børnini sleppa at
royna seg bæði sálarliga og kropsliga. Vit hava m. a. verið á Kongavarðunum,
Slættaratindi og í Kirkjubø. Vit nýa møguleikarnar í felagsrúminum og garðinum.
Træverkstaðið verður nógv brúkt, og tey venja seg dúgliga at brúka tey ymisku
amboðini.
Í svimjihøllini fáa børnini møguleika at verða trygg í vatni, at vera sjálvbjargin,
við tað at tey skulu lata seg úr og í, og halda skil á sínum egnu tingum.
Fínmotoriskt hava børnini ymiskar møguleikar. Tey kunnu klippa, líma, tekna,
byggja lego/klossar og perlur.
Vit gera onkutíð mat við børnunum, harvið gerast tey tilvitað um matin og fáa
innlit í, hvussu matur verður tilgjørdur.
5) Náttúra
Endamál:
At børnini kunnu kenna gleði at ferðast í náttúruni og fáa kunnleika til djór,
plantur og annað.
Ein partur av okkara samleika er gjørdur av tí staði, har vit eru uppvaksin.
Tískil er tað neyðugt hjá børnunum at kenna ta føroysku náttúruna og
hennara fyribrygdi. Vit geva børnunum møguleika at uppliva djór, plantur,
veðrið og náttúrufyribrygdi.
Vit hava t.d. eitt stórt akvarium, og eitt stórt fuglabúr við undirlatum. Her
hava børnini dagliga møguleika at uppliva djórini.
• Fyri børn í aldrinum 1-2 ár:
Tey yngstu børnini sansa meira enn tey duga at siga frá. Vit geva barninum
møguleika at síggja, hoyra, nerta og lukta djór og blómur.
Vit ganga túrar í nærumhvørvinum at geva djórunum breyð, vit syngja um djór og
um hvat tey siga, vit lesa søgur og spæla djór.
Vit eru úti og spæla í ymiskum veðri, so tey verða var við hvussu ymiskt tað er.
Á spæliplássinum er bæði gras, plantur, smákykt og smáfuglar.
• Fyri børn í aldrinum 3-4 ár:
Vit fara túrar í smærri bólkum. Vit eru nógv úti, heinta blómur, samla smákykt og
gera ymiskar túrar.
Eisini lesa vit bøkur um náttúruna og tosa um tað, vit síggja og uppliva, tað veri
seg seyðir, trø ella mánin. Vit vísa børnunum á týdningin av at varðveita náttúruna
reina, og at vit tí taka upp eftir okkum sjálvum.
Um veturin brúka vit kavan til kavamenn, regnið skal til fyri at urtir og grøs
kunnu vaksa, og sólin er ikki so heit um veturin sum um summarið. Hetta gera vit
børnini var við, og samstundis kunnu vit tosa um onnur náttúrufyribrygdi.
• Fyri børn í aldrinum 5-7 ár:
Vit brúka ein stóran part náttúruna sum pedagogiskt amboð. Vit arbeiða javnan
við longri verkætlanum við einum tema, har náttúran í stóran mun verður
inndrigin.
Vit gera longri og styttri túrar í størri og smærri bólkum alt eftir hvat
endamálið við túrinum er.
Børn hava ofta stóran áhuga í og vita nógv um djór, og vit stuðla undir áhugan við
at læna viðkomandi bøkur og uppsøkja ymisk djór.
Vit eru t.d. í haganum, fjørðuni, ánni, Náttúrugripasavninum, sjósavninum,
viðalundini og úti í garðinum. Dentur verður lagdur á, at børnini kunnu kanna og
seta spurningar við tað, sum tey uppliva og finna av ymiskum.
Vit leggja dent á at virða umhvørvið, við t.d. at taka rusk upp eftir okkum og tosa
um týdningin av at fara væl um náttúruna.
6) Mentan
Endamál:
Vit leggja dent á, at børnini fáa kunnleika til føroyska og aðra mentan.
Eitt týðiligt dømi um føroyska mentan er málið, vit tosa. Tí er tað
týdningarmikið, at vit vanda okkum um orðini.
Vit lesa bøkur, syngja og hoyra tónleik, ið er á føroyskum, men eisini á
útlendskum.
Vit hava ymiskar afturvendandi siðvenjur.M.a.halda vit føðingardag
stovnsins, og føstulávint og hava felags útferð. Ì desember hava vit
jólahald, har børnini framføra ymiskt fyri foreldrunum og vit hava eina
hugnaløtu inni á stovunum, har vit fáa ein drekkamunn og jólamaðurin vitjar.
• Fyri børn í aldrinum 1-2 ár:
Fyrstu fetini til føroyska mentan er tað føroyska málið. Tí leggja vit serligan
dent á at tosa og lesa føroyskt, hoyra føroyskan barnatónleik, syngja á
føroyskum.
Børnini eru smá og luttaka eftir førimuni í teimum mentunarligu tiltøkunum ið
stovnurin hevur at bjóða, tí stórur munur er á, um eitt barn júst er vorðið eitt ár
ella næstan er trý ár.
• Fyri børn í aldrinum 3-4 ár:
Vit vitja bókasavnið og læna bøkur. Vit lesa søgur, siga rím og ramsur og syngja.
Til hátíðardagar nýta vit høvi at fáa kunnleika til okkara tjóðareyðkenni, t.d.
tjaldrið og Merkið.
Vit ganga túrar í Havnini og síggja m.a. standmyndir, ið har eru.
Vit luttaka í mentunartiltøkum, so sum sjónleikur á pedagogskúlanum og konsert
hjá symfoniorkestrinum.
• Fyri børn í aldrinum 5-7 ár:
Vit luttaka í mentunartiltøkum, sum t.d. tá pedagoglesandi framføra sjónleik á
Læraraskúlanum og konsert hjá Føroya Symfoniorkestri.
Vit syngja, kvøða og dansa og tosa um ymisk viðkomandi evni.
Vit hava møguleika at vitja ymiskar stovnar, ið eru viðkomandi í mun til eitthvørt
evni vit arbeiða við - t.d. Listaskálin, Náttúrugripasavnið og Forngripasavni.
Nakrar túrar fara vit fyri at vitja søgulig støð. T.d. Reynsmúlalág, Kongaminni,
minnisvarðar, standmyndir o.a. À hesum túrum verður tosað um tey ymisku
støðini, og tað vit síggja.
7) Skapanarevni
Endamál:
At børnini kunna úttrykkja seg kreativt og brúka sítt hugflog.
Tey vaksnu mugu vera kveikjandi og skapa umstøður, ið gevur teimum
møguleika og hug til at finna, menna, og skapa teirra egna úttrykk.
Vit hava t.d. tilevningsverkstað og træverkstað við ymiskum tilfari og hava
eisini ymiskt tilfar inni á stovunum.
Á spæliplássinum hava vit ymiskar sandkassa leikur, gomul dekk, plankar og
annað skrambul, ið børnini brúka til alt møguligt.
Heldur enn at nýta skabilónir, vilja vit styrkja barnins skapanarevni við at
lata barnið skapa sjálvt.Vit miða ímóti bert at hava máling í grundlitunum, so
børnini læra hvussu litir verða blandaðir.
• Fyri børn í aldrinum 1-2 ár:
Í hesum aldrinum er umráðandi, at børnini sleppa at royna seg við ymiskum tilfari,
fyri at vekja teirra áhuga.
Í vøggustovuni sleppa børnini at tekna og mála. Ofta byrja tey við at smakka uppá
málingina, fyri síðan at seta spor við pensli ella fingrunum.
Vit dansa til tónleik, syngja, spæla, byggja lega og skapa ymiskt burturúr sandi.
• Fyri børn í aldrinum 3-4 ár:
Vit dansa til tónleik, mála, klippa, líma, gera gandadeiggj, byggja lego og klossar.
Børnini hava møguleika fyri at klæða seg út í ymisk klæðir og spæla rollur
samsvarandi.
• Fyri børn í aldrinum 5-6 ár:
Vit eggja børnunum til at vera skapandi á ymiskan hátt, við ymiskum tilfari, ið
stovnurin eigur, og tí vit finna á túrum.
Vit mála, gera gandadeiggj, gera hús og annað úr pappeskjum og mjólkapakkum,
dansa og spæla sjónleik. À stovuni eru leikur, ið eru mennandi fyri hugflogið so
sum lego, klossar og útklæðingsklæðir.
Dokumentatión.
Fyri at vita um vit fylgja málunum í menningarætlanini er neyðugt at
dokumentera og eftirmeta arbeiðið á stovninum. Vit kunnu dokumentera, við at
taka myndir og seta í myndamappu til hvørt barnið, og hanga myndir á veggin. Til
ber at eftirmeta við at gera brúkarakanningar, har vit spyrja foreldrini hvørja
hugsan tey hava, um tað evnið vit kanna. Heimasíðan www.oksnagerdi.fo verður
somuleiðis nýtt til at dokumentera, hvat vit gera.
Eftirrit.
Hetta er onnur útgáva av okkara menningarætlan.
Eftirmetingararbeiðið byrjaði á vári í 2009, og er komið at enda, nú vit skriva
desember 2009. Vit halda tað vera neyðugt at endurskoða menningarætlanina við
jøvnum millumbili. Hetta fyri at starvsfólkið kann taka undir við tí, ið skrivað
stendur. Neyðugt er, at vit øll eru tilvitað um okkara menningarætlan, so at tað
er sjónligt hvussu vit arbeiða her í Øksnagerði.