Lonin

Lonin er ein stór barnagarðsstova

- har ganga í løtuni 31 børn í aldrinum 3-7 ár

- tríggir námsfrøðingar og trý hjálparfólk starvast á stovuni

Vælkomin at skriva eina heilsu í okkara gestabók :)

Vit vaska akvarium

Í dag hava vit skift vatnið í akvariuminum og vaska tað væl, so tað verður ordiliga reint og fínt hjá fiskunum.

 

Ommu og Abba-dagur mai 2017

Týsdagin 16. mai høvdu vit bjóðað til Ommu og Abba dag, tað var so stuttligt og hugnaligt at sleppa at syngja fyri teimum.

Vit sungu:

Másin sigur pli, pli, pli.

Gakk tú tryggur

Tangokettan

Tú alfagra land mítt

Meg minnist eina mynd.

Deiligt at síggja so nógv :)

Summarligt veður í dag :)

Páskapynt

Stuttligt er at gera páskapynt og síggja endaliga úrslitið :)

Fimi

Her eru tað nøkur av teim yngstu sum vóru í Fimi.

Úti lív - vetur '17

Deiligt at spæla úti í tí góða veðrinum.

Várið heilsar uppá okkum :)

Ordiliga lekkurt at føla hitan og sólina frá várinum - ein deilig løta hóast hon var stutt.

Vit eru klár til næstuferð ;)

Skúmbað :)

Tað byrjaði við fótabað og endaði sum skúmbað ;)

Smoothie tíð

Nógv fitt børn bjóðaðu seg til at hjálpa við lekkra millummálanum í dag.

Pláss er fyri øllum :) Samstarvið og arbeiðslagið var gott :)

Sansa við bibbunum :)

Harald og hesi fittu børnini fingu eitt gott hugskot í dag, sum tey glað gjørdu til veruleika :)

Vit sáa og heystað

Í vár hava vit sáa blómur og sett niður,  m.a. rabarbur og jarðberð.

Komin inn í august fóru vit at heysta, jarðberini og rabarbur.

Hetta nýttu vit til at gera heimagjørt súltutoy burturúr. Súltutoyið var nærum heilt vistfrøðiligt :)

Súltutoyið smurdu vit á mariukeks og tað var væleydna.

Ein heldur sjáldsom blóma var millum hinar vit keyptu. Nemlig "Tibets bláa valmua". Sjálvt um hon ikki fekk loyvi at standa so leingi í frið,  var hon fantastiska vøkur at líta á.

Felagsmynd á Velbastað

Felagsmynd á Velbastað!

 

​Tað tekur ofta tíða tíð at fáa eina felagsmynd har øll hyggja at myndamanninum/kvinnuni. Tað kann eisini verða stuttligt sum myndafólk, at taka meðan fólk gera seg klára at koma á mynd.

Myndirnar eru so háttaðar at tað kann betala seg at zooma inn,  serliga tey fremstu børnini síggjast heilt væl tá.

 

 

 

Summar myndir Mai/Juni

Mai/Juni

Teir seinastu dagarnar hevur veðrið verið av tí besta, og hava vit tikið nakrar summarmyndir.

 

 

 

Ommu og Abba dagur

OMMU - OG ABBADAGUR Í LONINI.

Týsdagin 12. apríl høvdu vit ommu - og abbadag í Lonini.

Vit eru sera takksom fyri, at so nógv komu at vitja okkum, og gjørdu okkum dagin so hugnaligan :) 

Børnini vóru so sera spent til ommurnar og abbarnir skuldu koma. Børnini hava sungið nógv í barnagarðinum sangir um ommur og abbar. Hetta framførdu tey fyri ommunum og abbunum, og dugdu tey sera væl :)

Síðani sluppu ommurnar og abarnar at syngja flaggsangin fyri børnunum. Aftaná hetta kliptu og klistraðu vit fløgg, sum skuldi koyrast á eitt ark við flaggsanginum á.

 

 

Mumi - felagsmynd

Á verkstaðnum hava børnini fingið møguleikan at tekna ting og figurar úr Mumi søgum.

Fleiri av børnunum tóku av.

Vit halda úrslitið bleiv sera spennandi! 

 

 

 

 

 

Bubu á vitjan

Í februar høvdu vit vitjanav Bubu :)

februar 2016

Vit í Lonini  hava spælt nógv við gandadeiggj nú í seinastuni.

Myndir

Skúlabólkurin málar