Námsfrøðingar, hjálparfólk og køksfólk til Dagstovnin í Øksnagerði

Starvsfólk til Dagstovnin í Øksnagerði

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir tveimum námsfrøðingum, einum  hjálparfólki og einum køksfólki:

 

VIT SÓKNAST EFTIR:
- einum námsfrøðingi at arbeiða í vøggustovu 35 tímar um vikuna í fyribils eitt ár, frá 7. august 2017

  • einum námsfrøðingi at arbeiða í serstovu 30 tímar um vikuna í fyribils eitt ár, frá 7. august 2017

  • einum hjálparfólki at arbeiða í vøggustovu 30 tímar um vikuna í einum burðarfarloyvisstarvi, frá 7. august 2017

  • einum køksfólki at arbeiða 14 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt

 

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.


VIT KUNNU BJÓÐA:
eitt áhugavert og týdningarmikið starv í einum dagstovni har vit leggja stóran dent á at geva børnunum eitt trygt og mennandi umhvørvi at trívast og mennast í. Vit leggja m.a. eisini stóran dent á at arbeiða við viðurkennandi námsfrøði, rørslum og góðum relatiónum millum børn, foreldur og starvsfólk.


VIT VÆNTA AT:
- tú ert fakliga væl fyri og dugir væl at samstarva og samskifta

  • tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

  • tú ert álítandi og megnar at taka ábyrgd og hevur gott yvirlit

  • tú ert tolin og nærverandi

  • tú ert ágrýtin og vil vera við til at geva børnunum ein tryggan og mennandi gerandisdag

 

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini hjá námsfrøðingum og hjálparfólki verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Starvið hjá køksfólkinum verður sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir verða send Tórshavnar

kommunu í seinasta lagi mikudagin 24. mai 2017. Sendið umsóknina til torshavn@torshavn.fo

MEIRI FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sóleyð Í. Hermansen, stovnsleiðara, telefon

219959.

Námsfrøðingur og hjálparfólk til barnagarðsstovu í Dagstovninum í Øksnagerði

Starvsfólk til Dagstovnin í Øksnagerði

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir einum námsfrøðingi og einum hjálparfólki.

VIT SÓKNAST EFTIR:
einum námsfrøðingi í eitt burðarfarloyvisstarv at arbeiða í barnagarðsstovu 30/35 tímar um vikuna frá 9. februar 2017 og einum hjálparfólki at arbeiða 30/35 um vikuna frá 1. mars 2017.

VIT KUNNU BJÓÐA:
eitt áhugavert og týdningarmikið starv í eini stórari barnagarðsstovu við 33 børnum, har vit arbeiða við viðurkennandi námsfrøði, og dentur verður lagdur á, at dagurin er væl skipaður við nógvum rørslum, skapan, tónleiki og inni- og útispæli.

Tað eru 6 starvsfólk á stovuni, 3 námsfrøðingar og 3 hjálparfólk, í løtuni 3 menn og 3 kvinnur.

VIT VÆNTA:
at tú ert fakliga væl fyri, dugir væl at samstarva og samskifta. At tú ert álítandi og megnar at taka ábyrgd og hevur gott yvirlit. Tað er ein fyrimunur um tú hevur áhuga í rørslumenning (motorikki), dámar væl at seta ymiskt virksemi í gongd, sum børnini hava áhuga í, og at tú ert fleksibul og rúmlig/-ur.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera send Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, ella sum teldubræv til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mikudagin 25. januar 2017.

MEIRI FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sóleyð Í. Hermansen, stovnsleiðara, á telefon 219959.

Námsfrøðingur til vøggustovu í Dagstovninum í Øksnagerði

 NÁMSFRØÐINGUR TIL VØGGUSTOVU Í DAGSTOVNINUM Í ØKSNAGERÐI

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir einum námsfrøðingi at arbeiða í vøggustovu 30 / 35 tímar um vikuna frá 3. oktober 2016.

VIT VÆNTA, AT TÚ:
•  ert góð/-ur at samstarva og samskifta 
tekur ábyrgd og hevur yvirlit
ert fleksibul og rúmlig/-ur 
ert tolin og nærverandi 
ert fakliga væl fyri 

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, ella sum teldubræv til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi sunnudagin 18. september 2016.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Sóleyð Í. Hermansen, stovnsleiðara, á telefon 219959.

Námsfrøðingar til vøggu- og serstovu í Dagstovninum í Øksnagerði

 

ENDURLÝSING: NÁMSFRØÐINGUR TIL SERSTOVUNA BÓLIÐ
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til serstovuna Bólið í dagstovninum í Øksnagerði at arbeiða uml. 30 tímar um vikuna í farloyvisstarvi frá 1. august 2016 til 31. juli 2017.


Bólið er ein serstova til barnagarðsbørn við kontakt og samskiftis trupulleikum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur vitan um autismu og tímir at vera úti í øllum veðri.

NÁMSFRØÐINGUR TIL VØGGUSTOVU
Søkt verður eisini eftir einum námsfrøðingi í eitt farloyvisstarv til vøggustovu at arbeiða 30 / 35 tímar um vikuna frá 1. august 2016 til 31. juli 2016.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, ella sum teldubræv til
torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi sunnudagin 17. juli 2016.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sóleyð Ísaksdóttir Hermansen, stovnsleiðara, telefon 219959.