Bolið

Bólið er ein serstova til børn við kontakt og samskiftis trupulleikum.

- Her ganga í løtuni 4 børn í aldrinum 5-6 ár.

- Ein námsfrøðingur og trý hjálparfólk starvast á stovuni.

Í bólinum dáma vit væl at fara túrar. Vit vitja spælipláss, aðrar barnagarðar, Sandagerð, Kerjar, Viðarlundina o.a.

Inni á stovninum hava vit góðar umstøður. Í felagsrúminum, sum vit kallað Rættina, hava vit reiggjur, madrassur, heingikoyggjur, stórar bóltar og Bobbles.

Eina ferð um vikuna fara nøkur børn í Fimi. Har kunnu tey hoppa, klatra og renna saman við øðrum børnum frá stovninum.

Fleiri børn í Bólinum ganga til ríðing eina ferð um vikuna. Vit fylgjast niðan og ganga sum oftast ígjøgnumm hagan á vegnum.

Vit spæla úti og fara túrar alt árið og í øllum veðrið.

Vit eiga tvey deiligt fótabað, sum børnini kunnu brúka. Eisini kunnu tey spæla við sápuboblur og vatn á vesinum.

Tá ið føðingardagur er, dáma børnunum væl at bjóða eitthvørt. So syngja vit fyri barninum, og tey fáa eina lítla gávu frá Bólinum.

Einaferð um vikuna svimja vit í Gundadali. Beint áðrenn summarferiuna havi vit í fleiri ár gjørt ein dagtúr til Klaksvíkar at svimja.

Bólið hevur eitt deiligt kúlubað í einum rúmi fyri seg.

Onkutíð mála vit ella gera annað kreativt. Hetta gera vit antin á stovuni ella inni á verkstaðnum, sum er eitt høli á stovninum til sama  endamál.