Boð til foreldur

.

Foreldra fundur

Foreldra fundur

Mikudagin 18. oktober kl. 19.00 bjóða vit tykkum til foreldra fund.

Katrin Jacobæus fysioterapeutur fer at hava fyrilestur við heitinum:

“Kropsligt sjálvbjargni og rørslur”

Foreldraráðið fer eisini at greiða frá hvat tey hava arbeitt við hetta farna árið.

Síðani verður farið inn á stovurnar til ein drekkamunn og prát. Starvsfólkini hava ymiska kunning um stovuna og hvat tey leggja dent á. Og nøkur nýggj umboð skulu veljast til foreldraráðið.

Vónandi fáa vit ein viðkomandi og áhugaverdan fund :)

 

 

Heystferiu vikan

Heystferiu vikan

Í viku 41, t.e. 9.-13. oktober, er heystferia hjá skúlunum, og av royndum vita vit, at fleiri børn hava onkran frídag í heystvikuni.
Vit fara at heita á tykkum, um at geva starvsfólkunum á stovuni boð, um barn tykkara hevur frí ein ella fleiri dagar í heystvikuni, soleiðis at vit kunnu skipa arbeiði eftir tykkara tørvi.

 

Myndatøka

Myndatøka verður týsdagin 17. oktober
Martin Sirkovsky fer at taka myndir av børnunum, og vit byrja kl. 9.00.  Fylli seðilin út og gevið hann aftur til starvsfólk á stovuni saman við pengunum, áðrenn myndatøkuna.
Tað verður bert tikið myndir av børnunum, sum ganga á stovninum.

 

Ráðleggingardagur

Fríggjadagin 22. september verður ráðleggingardagur her í dagstovninum í Øksnagerði.

Tá eru vit til arbeiðis uttan børn, so stovnurin er stongdur hendan dagin.

https://lh3.googleusercontent.com/-ETpfkyuJ1p8/UJtgjiwhbMI/AAAAAAAAADI/rt6a1-uamlE/s0-d/Glade-blomster.jpg

 

Øksnagerði 16 ára føðingardag

3. september hevur Øksnagerði 16 ára føðingardag


Mánadagin 4. september bjóðar stovnurin tykkum øllum til morgunmat millum kl. 7.30 og 9.30.
Uml. kl. 10.00 fara starvsfólk, at spæla sjónleik fyri børnunum, og í ár verður tað leikurin um “Klokkublómu” hjá brøðrunum Grimm.

 

       

Garðdagur

Garðdagur

Mikudagin 24. mai kl. 15.00-17.30 bjóða vit vælkomin til garðdag her í Øksnagerði.

Uppgávurnar eru býttar í 5 økir:

1. Vøggustovugarðurin

2. Høvdin

3.Barnagarðurin

4.Máliøki

5.Matur

Tilmeldingarlistar til ymsu uppgávurnar hanga í høðvusinngongini til stovnin.

Gleðiligt hevði verið um tit melda tykkum á okkurt øki :)

Pylsuvognurin letur upp kl. 16.30.

Image result for have og værktøj   Image result for have og værktøj